Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Skiftirætturin viðger mál um deyðsbúgv, skuldarumskipan, fíggjartrot, at býta felags ogn og mangt annað.

Skiftirætturin viðger mál, har peningaupphædd ella virði skulu skifta eigara uttan at verða keypt. Tað kann t.d. vera, um ein persónur er deyður, um eini hjún skulu skiljast, ella um eitt  vinnuvirki fer á húsagang.

Skiftirætturin hevur eisini ábyrgd av at umskipa skuld hjá privatpersónum, fíggjartrot, endurreising og feløgum, sum verða tvingsilsupployst.

Hvussu byrjar eitt mál um deyðsbúgv

Tá ið ein av okkara næstu doyr, skal støða takast til, hvussu búgvið skal verða viðgjørt.

Tá ið skiftirætturin fær deyðsboð, verður eitt mál stovnað.

Skiftirætturin kannar m.a., um hin deyði hevði stovnað notartestamenti, og sendir síðan fráboðan um andlátið til ymsar stovnar og myndugleikar, herundir føroyskar bankar og tryggingarfeløg.

Skiftirætturin sendir samstundis bræv til fyribils millumgongufólkið. Millumgongufólkið er tann persónur, sum er nevndur í deyðsboðunum. Í brævinum verður heitt á millumgongufólkið at ringja til skiftirættin fyri at fáa vegleiðing um skiftisformarnar. Skiftirætturin hevur tlf. +298 358400.

Brævið til millumgongufólkið kann verða nýtt sum heimild til at fáa úrskriftir frá bankum o.a.

Millumgongufólkið skal seta seg í samband við aðrar møguligar arvingar og kunna seg um fíggjarligu viðurskiftini hjá tí deyða. Er millumgongufólkið ikki sjálvt arvingur í búnum, skal tað straks geva skiftirættinum boð um hetta.

Hvør ræður yvir virðum og fastognum
Tá ið andlát er, verða allar bankakontur hjá tí deyða stongdar. Ognirnar/ognarlutirnir hjá tí deyða mega hvørki verða seldar ella fluttar uttan so, at skiftirætturin hevur góðkent tað.

Hvussu skal búgvið verða viðgjørt
Arvingarnir skulu taka støðu til, hvussu teir vilja hava búgvið viðgjørt.

Vilja arvingarnir, at teir verða umboðaðir av einum advokati, sum hereftir umboðar búgvið mótvegis skiftirættinum, skal skiftirætturin fáa boð um hetta skjótast gjørligt.

Skiftihættir

Jarðarferðarkostnaður

Um søluvirðið av ognunum hjá hinum deyða ikki fer upp um 45.000 kr., kann búgvið verða latið sum jarðarferðarkostnaður. Tað merkir, at ognirnar hjá hinum deyða verða latnar tí, sum hevur goldið ella skal gjalda fyri jarðarferðina. Tá verður hervið einki at arva og eingin arvagjaldsmeting.

Tann, sum fær búgvið latið sum jarðarferðarkostnað, heftir bara fyri útreiðslurnar í sambandi við jarðarferðina. Viðkomandi heftir ikki fyri skuldina hjá hinum deyða.

Tann, sum fær búgvið latið sum jarðarferðarkostnað, átekur sær vanliga at rudda bústaðin hjá hinum deyða.

Áheitan um jarðarferðarkostnað skal latast skiftirættinum sum frumskjal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánað eftir andlátið. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan, 20 kr., verða flutt inn á kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Heinta oyðublað – anmodning om begravelsesudlæg 

Úttøka eftir 12.000 kr. regluni

Hjúnafelagin heftir fyri skuld hjá hinum deyða.

Áheitan um kostnað eftir 12.000 kr. regluni skal latast skiftirættinum sum frumskjal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánað eftir andlátið. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan, 20 kr., verða flutt til kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Heinta oyðublað – anmodning om udlæg efter 12.000 kr. reglen

 

Óskift búgv

Var hin deyði giftur og átti børn, kann hjúnafelagin, ið livir eftir, biðja um at sita í óskiftum búgvi við felagsognini. Óskift búgv merkir, at skiftið av felagsbúnum verður útsett, til hjúnafelagin, ið livir eftir, doyr, ella sjálvur vil, at búgvið verður skift.

Við óskiftum búgvi átekur eftirlivandi hjúnafelagin sær alla skuld og møguligar borganir hjá hinum deyða.

Eftirlivandi hjúnafelagin kann ikki fáa búgvið latið til at sita í óskiftum búgvi, um hann ikki sjálvur hevur nóg mikið av fæ til at gjalda sínar egnu skyldubindingar, so hvørt sum tær falla til gjaldingar. Hjúnafelagin má ikki vera undir húsagangi.  

Heinta oyðublað – anmodning om uskiftet bo

Serbørn/felagsbørn – samtykki

Um hin deyði átti serbørn, er neyðugt við samtykki til óskift búgv frá serbørnunum. Serbørn kunnu ikki taka eitt givið samtykki aftur. Serbørn eru børn hjá hinum deyða, ið ikki eru børn hjá eftirlivandi hjúnafelaga. Samtykki krevst ikki frá felagsbørnum.

Eftirlivandi hjúnafelagin kann velja at skifta við serbørnum og sita í óskiftum búgvi við felagsbørnum.

Hent blanket – samtykke til uskiftet bo

 

 

Serogn – skal skiftast

Um hin deyði átti serogn, skal serognin skiftast alt fyri eitt. Serognin kann ikki gerast ein partur av einum óskiftum búgvi. Støða skal takast til, hvussu serognin skal skiftast. Sjá vegleiðing um heimaskifti, alment skifti og møguliga jarðarferðarkostnað.

Nær skal áheitan um óskift búgv latast inn?

Áheitan um óskift búgv skal latast skiftirættinum sum frumskjal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánað eftir andlátið. Verður freistin ikki hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftisviðgerð við hartil hoyrandi útreiðslum.

Eftirlivandi hjúnafelagin skal undirrita áheitanina. Samtykki frá serbarni fer fram á tann hátt, at serbarnið undirritar oyðublaðið, at tað samtykkir. Samtykkið verður latið skiftirættinum sum frumskjal samstundis, sum áheitan um óskift búgv verður latin inn. Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan, 20 kr., verða sett inn á kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Heinta oyðublað – anmodning om uskiftet bo 

 

Uppgerðir, ið skulu latast inn

Ein uppgerð yvir sambúgvið hjá hinum deyða og hjá eftirlivandi hjúnafelaga skal latast skiftirættinum innan fyri 6 mánaðir eftir andlátið.

Um eftirlivandi hjúnafelagi hevur serogn, skal serstøk uppgerð yvir serogn latast skiftirættinum innan 6 mánaðir eftir andlátið.

Uppgerðirnar skulu undirritast av eftirlivandi hjúnafelaga.

Heinta oyðublað – uppgerð yvir sambúgv

Heinta oyðublað – uppgerð yvir serogn hjá eftirlivandi hjúnafelaga 

Heinta oyðublað – opgørelse over fællesbo

Heinta oyðublað – opgørelse over efterlevende ægtefælles særeje

 

Privat skifti

Eitt búgv kann verða latið til privat skifti, um:

  • allir arvingar eru samdir um hetta, og
  • allir arvingar eru 18 ár ella eldri og ikki undir verju, og kunnu gjalda skyldubindingar sínar, og
  • allir arvingar eru gjaldførir.

Í heimaskiftum átaka arvingarnir sær við samábyrgd og í felag ábyrgdina av allari skuld hjá tí deyða, bæði kendari og ókendari skuld, og møguligum borganum.

Allar avgerðir verða tiknar av arvingunum í felag. Arvingarnir skulu sjálvir loysa tað praktiska í sambandi við búviðgerðina og at gera upp búgvið.

Arvingarnir skulu t.d.:

  • gera upp allar kontur og møgulig lán hjá hinum deyða
  • skráseta fastogn av nýggjum í tingbókini og kunna el-felag, hitafelag og tryggingar um broytingar
  • skráseta akfør, akfarstryggingar og vektgjald av nýggjum
  • avlýsa hald, t.d. telefon, kringvarpsgjald o.s.fr.

Um eitt búgv fyrst er latið til privat skifti og seinni verður tikið undir alment skifti, hefta arvingarnir framvegis fyri skuld og møguligar borganir hjá hinum deyða.

Nær skal áheitan um privat skifti latast inn?

Áheitan um privat skifti skal latast skiftirættinum sum frumskjal innan fyri 3½ mánað eftir andlátið. Verður freistin ikki hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftisviðgerð við hartil hoyrandi útreiðslum.

Samstundis skal gjald fyri skiftirættarváttan, 20 kr., verða sett inn á kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Hvør skal undirrita áheitanina?

Allir arvingar skulu persónliga ella við skiftisfulltrú undirrita áheitanina. Møguligar skiftisfulltrúir skulu latast skiftirættinum sum frumskjal saman við upprunaligu áheitanini um heimaskifti. Sjá niðanfyri, hvat upprunalig merkir.

Tvey vitni skulu verða sett á skiftisfulltrúirnar. Skiftisfulltrúirnar kunnu eisini verða nýttar mótvegis bankum o.tíl. Bankarnir krevja, at tvey vitni eru á skiftisfulltrúunum. Vitnini mega ikki vera nær skyld ella svágd við tann, sum gevur fulltrúina.

Heinta oyðublað – anmodning om privat skifte

Uppgerðir, sum skulu latast inn

1. Uppgerð yvir ogn og skuld í sambandi við andlát – § 14 Uppgerð A 

Innan fyri 6 mánaðir eftir andlátið ella í seinasta lagi 2 mánaðir eftir tað, at heimaskifti er góðkent, skal ein uppgerð (Uppgerð yvir ogn og skuld við andlát – § 14 Uppgerð A) latast skiftirættinum. Verður freistin ikki hildin, kann skiftirætturin taka búgvið undir almenna skiftisviðgerð við hartil hoyrandi útreiðslum.

Allar ognir og skuldir skulu verða bókaðar fyri virðið deyðadagin. Virðið á fastogn er søluvirðið deyðadagin.

Uppgerðin skal undirritast av tí, sum arvingarnir hava valt sum millumgongufólk í búnum. Sjá punkt 12 á oyðublaðnum ”Áheitan um heimaskifti”.

Heinta oyðublað – Uppgerð yvir ogn og skuld við deyða – § 14 Uppgerð



  1. Búuppgerð við støði í § 14 uppgerð 

Búuppgerð (búuppgerð við støði í § 14 uppgerðini) skal latast skiftirættinum í seinasta lagi eitt  ár eftir andlátið. Verður freistin ikki hildin, kann skiftirætturin áleggja tvingsilsbøtur og hækka arvagjaldið 1/3.

Búuppgerðin er endaliga uppgerðin av búnum. Hon byggir á upplatingarstøðuna, men vísir eisini møguligar broytingar eftir innlating av upplatingarstøðuni. T.d. verða møguligar inntøkur og/ella útreiðslur eftir andlátið og jarðarferðarútreiðslur tiknar við í endaligu búuppgerðina.

Uppgerðardagurin fyri búuppgerðina skal vera deyðadagurin ella ein dagur innan fyri 1 ár eftir deyðadagin.

Allir arvingar skulu persónliga ella við skiftisfulltrú undirrita búuppgerðina. Sjá niðanfyri, hvat frumskjal merkir.

Heinta oyðublað – Búuppgerð við støði í § 14 uppgerð (búuppgerð) 

Skattagóðkenningar                                     

Tá ið skiftirætturin hevur fingið og góðkent uppgerðina, verður hon send TAKS (føroysku skattaumsitingini) til góðkenningar. Skiftirætturin og kontakt persóninum í búnum fáa boð um góðkenningarnar frá TAKS.

Arvagjald

Arvagjaldsmeting verður send kontakt persóninum í búnum. Arvingarnir hefta í felag fyri arvagjaldið. Tí verður mælt til, at arvagjaldið verður goldið, áðrenn arvingarnir býta arvin millum sín. Tá ið arvagjaldið er goldið, verður búgvið gjørt upp í skiftirættinum.

Alment skifti

Búgvið verður tikið undir alment skifti, um:

  • hin deyði vildi tað, ella
  • minst ein arvingur vil tað, ella
  • búgvið er ikki gjaldført, og arvingarnir ikki vilja hefta fyri skuld, ella
  • onkur av arvingunum er undir 18 ár, ella
  • onkur av arvingunum er ella skal undir verjumál, ella
  • onkur av arvingunum er burturstaddur og ikki er til at finna, ella
  • freistir og treytir fyri heimaskifti ikki verða hildnar.

Í almennum skiftum er tað ikki neyðugt, at arvingarnir átaka sær skuldina hjá hinum deyða.

Um eitt  búgv fyrst er latið til heimaskifti og seinni verður tikið undir alment skifti, hefta arvingarnir framvegis fyri møguliga skuld og borganir hjá tí deyða.

Nær skal áheitan um alment skifti latast inn?                                                                    

Vil ein arvingur hava alment skifti, skal áheitan um hetta verða latin skiftirættinum skjótast gjørligt.

Heinta oyðublað – áheitan um alment skifti

Búviðgerðin                                                                                  

Almenn innkalling

Skiftirætturin setur almenna innkalling í Sosialin og møguliga Statstidende við freist hjá kravánarunum at boða frá krøvum sínum í búnum. Møguliga skuldin hjá tí deyða verður goldin, áðrenn arvingarnir fáa arv útgoldnan.

Hjálparfólkið hjá skiftirættinum

Í almennum skiftum velur skiftirætturin ein advokat til at standa fyri praktisku búviðgerðini. Hesin advokatur er eitt av føstu hjálparfólkunum hjá skiftirættinum. T.e. at arvingarnir kunnu ikki velja sín egna advokat.

 

Útreiðslur   

Arvagjald, skiftisgjald og búútreiðslur, m.a. lýsingaútreiðslur, útreiðslur til metingar og ómaksløn til hjálparfólkið hjá skiftirættinum, verður goldið, áðrenn arvur verður lutaður arvingunum.

  • 75-skifti

Um ein arvingur er undir 18 ár ella er undir verjumáli, kann búgvið ikki verða viðgjørt sum vanligt heimaskifti. § 75 í skiftilógini loyvir undir ávísum treytum eitt serligt skifti, sum líkist heimaskiftinum.

Umframt treytirnar í vanliga heimaskiftinum skulu hesar treytir vera loknar:

  1. Arvingarnir velja eitt av føstu hjálparfólkunum hjá skiftirættinum til at standa fyri búviðgerðini og gera upp búgvið.
  2. Teir myndigu arvingarnir fríhalda arvingar undir 18 ár ella arvingar undir verjumáli fyri skuldaheftingar umframt støddina á arvaluti teirra.
  3. Arvingar undir 18 ár ella undir verjumáli verða umboðaðir av verja sínum undir búviðgerðini. Um ein av hesum verjum eisini er arvingi í búnum, velur skiftirætturin ein serligan verja.

Nær skal áheitan um § 75 skifti latast inn?   

Áheitan um § 75 skifti skal latast skiftirættinum sum frumskjal skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3½ mánað eftir andlátið.

Heinta oyðublað – áheitan um § 75-skifti

Almenn innkalling
Advokaturin setur almenna innkalling (proklama?) í Sosialinum og møguliga Statstidende við freist hjá kravánarunum at boða frá krøvum sínum í búnum.

Kostnaðir                                                                                                                        
Rættargjald, arvagjald, skiftisgjald og búútreiðslur, sum t.d. útreiðslur til metingar og ómaksløn til advokatin, verða goldin, áðrenn arvingarnir fáa arv.

Freistir
Freistir fyri at lata inn upplatingarstøðu og búuppgerð eru tær somu sum í heimaskiftum.

Hvat er eitt frumskjal? 
Krav um frumskjal merkir, at tað er tað skjalið, sum er undirritað við kúlupenni, ið skal verða sent skiftirættinum.

Skattaviðurskifti, tryggingar, pensjónir v.m.

Teir ymsu skiftishættirnir kunnu hava ávísar skattligar fyrimunir og bágar.

Val av uppgerðardegi fyri búuppgerðina kann eisini hava skattligar fyrimunir og bágar.

Skiftirætturin vegleiðir ikki um skattlig viðurskifti. Arvingarnir verða sjálvir at leita sær vegleiðing um hetta hjá TAKS, advokati, grannskoðara ella øðrum.

 

Tryggingar og pensjónir

Tryggingar og pensjónir, sum verða goldnar út í sambandi við andlát, eru í summum førum partur av búnum. Arvingarnir hava skyldu at kunna skiftirættin um hetta.

Tryggingar og pensjónir, sum hava til endamáls at gjalda til lívsins uppihald hjá teimum eftirlivandi, ganga beinleiðis uttan um búgvið til næsta avvarðandi ella tann, sum er settur inn sum rættindahavi.

Í flestu førum skal arvagjald verða goldið av tryggingum og pensjónum.

Niðanfyri sæst, hvussu summar av teimum vanligastu tryggingunum og pensjónunum verða viðgjørdar viðvíkjandi deyðsbúgvi.

Kapitaleftirløn                                                                                                                         

Verður goldin næsta avvarðandi uttan um búgvið. Hevur hin deyði ongar lívsarvingar, verður pensjónin goldin búnum.

Ratepensjón (Avdráttarpensjón?)

Verður goldin næsta avvarðandi uttan um búgvið. Um tann, sum fær hesa pensjón útgoldna, doyr í útgjaldingartíðarskeiðinum, heldur útgjaldingin fram til næsta avvarðandi í staðin.

Lívstrygging                                                                                                                              

Verður goldin næsta avvarðandi uttan um búgvið, um onnur avtala ikki er gjørd millum tryggingartakaran og tryggingarveitaran.

Eftirstøðutrygging                                                                                                                  

Tryggingin verður nýtt til at niðurgjalda tey lán, sum hon er knýtt at. Skuldin í búnum verður harvið minni, og meiri verður at skifta.

Arvagjald og skiftisgjald

Arvagjald verður goldið í teimum búgvum, har ein verulig búviðgerð verður gjørd, t.e. í heimaskiftum, almennum skiftum og í § 75 skiftum. Tó verður eisini arvagjald goldið av pensjónum og tryggingum, har búgvið verður lokið sum jarðarferðarkostnaður ella úttøka eftir 12.000 kr. regluni.

Arvagjald verður roknað av tí arvi, sum hin einstaki arvingurin fær. Í heimaskiftum hefta allir arvingar í felag fyri arvagjaldið.

Arvagjald verður roknað eftir støddini á arvalutinum og skyldskapi við hin deyða, sjá §2A–D í arvagjaldslógini.

Arvagjald av tryggingum, sum fara uttan um búgvið 

Tá ið ein lívstrygging verður útgoldin, verður arvagjald í flestum førum roknað, hóast tryggingin gongur uttan um búgvið.

Arvagjald skal sum útgangsstøði verða goldið, um hin deyði sjálvur hevur goldið inn til tryggingina/pensjónina.

Skiftirætturin skal altíð hava avrit av tryggingarskjalinum.

Er talan um eitt óskift búgv, verður arvagjald ikki goldið av tryggingini.

Arvagjald – bústaðarrættur  

Um hin deyði hevur latið øðrum føstu ogn sína ella selt hana undir marknaðarprís, men samstundis treytað sær lívlangan bústaðarætt, sum hann ikki seinni hevur givið upp, skal arvagjald verða goldið av marknaðarvirðinum á ognini við deyða hins deyða.

Um ein ogn fellur í arv soleiðis, at ein persónur fær ognarrættin, men ein annar fær brúksrættin, skal arvagjald í fyrstu syftu verða roknað av brúksrættinum. Tá ið brúksrætturin fellur burtur, skal tann, sum fekk ognarrættin, gjalda arvagjald av ognini.

Skiftisgjald

Í almennum skiftum er skiftisgjaldið 2% av bruttoognunum hjá búnum, t.e. ognir uttan frádrátt av skuld og búútreiðslum. Skiftisgjaldið er tó 1% av heftu ognunum.  

Í § 75 skifti er skiftisgjaldið 250 kr.

Skiftirættarváttan

Gjaldið fyri skiftirættarváttan er 20 kr. Upphæddin kann verða sett inn á kontuna hjá skiftirættinum í Betri Banka, kontunr. 9181-1850077, við viðmerking um SKS-nummar.

Skiftirættarváttanin gevur arvingunum ræðisrætt yvir ognunum hjá tí deyða og verður m.a. nýtt til at gera upp bankakontur. Skiftirættarváttanin verður eisini nýtt til tinglýsing av heimild til fastogn. Tað er umráðandi, at arvingarnir fáa tinglýst heimild til fastogn, so at ognin er skrásett rætt í tingbókini.

Hvat er ein gjaldsteðgur ?

Gjaldsteðgur er ein fyribils steðgur við at gjalda skuld. Tilsjón verður tilnevnd, vanliga ein advokatur.

Endamálið við gjaldsteðgi er, at skuldarin fær andarúm at skapa sær yvirlit yvir fyritøku sína og tryggja sær framhald av henni, t.d. við umlegging ella tilførslu av kapitali. Gjaldsteðgur gevur skuldaranum freist til at koma við uppskoti um eina heildarloysn við ognarunum, t.d. eina sjálvbodna skuldarsemju ella neyðskuldarsemju. Eisini kann endamálið við gjaldsteðgi vera at selja eina fyritøku í rakstri ella ein part burturúr, fyri at fáa betri prís fyri fyritøkuna, enn um fyritøkan bleiv seld aftaná húsagang.

Gjaldsteðgur hevur millum annað við sær, at  ognararnir ikki hava møguleika at fremja úttøku ella lóghald hjá skuldaranum. Skuldarin kann enn taka avgerðir - t.d. selja vørur, gjalda neyðugar nýggjar rokningar og gera avtalur - men kann ikki taka størri avgerðir, hesar kunnu bert fremjast, um tann valda tilsjónin gevur sítt samtykki. Tilsjónin kunnar leypandi ognararnar um umstøðurnar hjá skuldaranum.

Reglurnar um gjaldsteðg eru at finna í konkurslógini.

Gjaldsteðgur – hvussu?

Fráboðan um gjaldsteðg verður latin skiftirættinum. Bæði fysiskir og juridiskir persónar, tvs. vinnufeløg, grunnar, felagsskapir ella líknandi kunnu fráboða gjaldsteðgi.

Fráboðan um gjaldsteðg skal altíð vera skrivlig, og navn og bústaður hjá skuldaranum skal síggjast. Harumframt skal hon umfata uppskot til, hvør skal fremja tilsjón, og skrivliga váttan frá viðkomandi, ið er skotin upp sum tilsjón, um at viðkomandi ynskir at vera tilsjón og lýkur gegnistreytirnar (habilitetskrav) í konkurslovens § 238. Ein fráboðan, ið ikki lýkur síðstnevndu krøv, hevur ikki virknað. 

Tá ið boðað verður frá gjaldsteðgi skal eitt rættargjald á 500 kr. gjaldast, og harumframt skulu vinnufeløg viðleggja tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya ella øðrum, ið vísir, at undirritararnir hava heimild til at virka vegna felagið. Ein tekningarúrskrift skal ikki vera meira enn 3 mánaðir gomul.

Gongdin í einum gjaldsteðgi

So skjótt sum skiftirætturin hevur móttikið eina fráboðan um gjaldsteðg, tilnevnir skiftirætturin eina tilsjón fyri skuldaran og ásetur tíð til fund við ognararnar. 

Tað er skiftirætturin, ið tekur avgerð um, hvør skal tilnevnast sum tilsjón. Oftast verður tann persónurin tilnevndur, ið skuldarin hevur skotið upp. Tilsjónin er vanliga ein advokatur. Uppgávurnar hjá tilsjónini er bæði at hjálpa skuldaranum og at kunna ognararnar. Vanligi advokaturin hjá skuldaranum kann vanliga ikki verða tilnevndur sum tilsjón (sí konkurslovens § 238 hesum viðvíkjandi). Tilsjónin skal seinast eina viku eftir tilnevningina boða ognarunum frá fundi í skiftirættinum.

Fyrsti fundurin við ognararnar (kreditorerne) skal fremjast í skiftirættinum seinast 3 vikur eftir, at skiftirætturin hevur móttikið fráboðan um gjaldsteðg. Á fundinum fyri ognararnar greiðir skuldarin og tilsjónin frá tí, sum farið er fram í teimum fyrstu vikunum undir gjaldsteðginum. Ognarararnir hava møguleika at seta spurningar. Aftaná tekur skiftirætturin avgerð um gjaldsteðgurin kann halda áfram.

Í hesum sambandi metir skiftirætturin um gjaldsteðgurin hevur eitt rímiligt endamál, um skuldarin samstarvar heiðurligt, og um arbeitt verður fram ímóti einari heildarloysn við ognararnar.

Heldur gjaldsteðgurin áfram, varir hann í 3 mánaðir frá tí degi, skiftirætturin móttók fráboðanina um gjaldsteðg.

Seinni kann gjaldsteðgurin leingjast upp til 3 mánaðir hvørja ferð. Tó kann gjaldsteðgurin í hægsta lagi leingjast í eitt ár samanlagt. Vanliga verður fundur ikki hildin í skiftirættinum, tá ið skiftirætturin skal taka avgerð um eina umbøn um leinging. Tilsjónin skal seinast innan eina viku boða ognarunum frá einari leinging.

Uppathald av gjaldsteðginum

Ein gjaldsteðgur heldur uppat av sær sjálvum, um:

  • skuldarin tekur fráboðanina aftur.
  • samráðingar um neyðskuldarsemju verða tiknar upp.
  • um stig verður tikið til skuldarumskipan.
  • avgerð verður tikin um trotaviðgerð.
  • Meira enn tríggir mánaðir eru farnir síðani, at skiftirætturin móttók fráboðan um gjaldsteðg, og umbøn um leinging ikki er sett fram.
  • Gjaldsteðgurin ikki verður biðin um at verða longdur, áðrenn seinni freistir eru farnar.

Harumframt kann skiftirætturin taka avgerð um, at gjaldsteðgurin heldur uppat, um gjaldsteðgurin ikki hevur eitt rímiligt endamál, skuldarin ikki samstarvar heiðurligt, ella at arbeitt verður ikki ímóti at semjast um eina heildarloysn við ognararnar á ein nøktandi hátt.

Ofta er tað tilsjónin ella ognararnir sum gera skiftirættin varnan við, at gjaldsteðgurin ikki gongur eftir ætlan. Gjaldsteðgur verður ikki kunngjørdur í Statstidende ella Sosialinum.

Hvat er húsagangur

Ein fysisk ella juridisk eind, t.d. ein fyritøka, ein felagsskapur ella onnur fyriskipan kann lýsast á húsagang (gjaldtrot), um skuldarin er ógjaldførur. Hetta hevur við sær, at krav móti skuldaranum ikki kunnu rindast, tá ið krøvini so líðandi eru gjaldkomin, og orsøkin til at ikki verður goldið ikki eru tíðaravmarkaðir trupulleikar. 

Endamálið við gjaldtroti (húsagangi)

Heildarmálið við gjaldtroti er at leggja hald á alla ognina (formue) hjá skuldaranum og býta hana javnt ímillum allar ognararnar. Hevur skuldarin selt ognir (aktiver) ella rindað skuld á ein óvanligan hátt, kann gjaldtrot eisini hava sum endamál at fáa ognirnar til vega, soleiðis at tær kunnu býtast millum allar ognararnar.

Virknaður av gjaldtroti

Við gjaldtrotinum missur skuldarin rættin til at ráða yvir sínum ognum (aktiver). Ognirnar (aktiverne) eru hereftir trotabúgvið, og í byrjanini verður tað umsitið av einum fyribils bústjóra, sum er settur í starv av skiftirættinum. Heldur rætturin, at tað er óneyðugt at seta ein fyribils bústjóra, kann skiftirætturin sjálvur umsita fyribils umsitingina.

Reglurnar um konkurs eru í konkurslógini, kapittul 3 - 18.

Áheitan um trotabúsviðgerð

Áheitan um gjaldstrotaviðgerð skal latast skiftirættinum. Ein áheitan um gjaldstrotaviðgerð skal altíð vera skrivlig, og navn og bústaður hja skuldaranum og sendaranum skal nevnast í áheitanini. 500 kr. í rættargjaldi skal hjáleggjast.

Tá ið ein áheitan um gjaldstrotaviðgerð frá skuldaranum (egináheitan) verður latin skiftirættinum, skal listi yvir ognir (aktiver) og passivir verða hjálagdur, tað vil siga bæði skuld og ogn (formue), harumframt ein listi yvir ognararnar.

Er skuldarin eitt felag, ein felagsskapur ella tílíkt, skal ein tekningarúrskrift frá Skráseting Føroya leggjast hjá, ella annað, ið vísir, at undirritararnir hava heimild til at virka vegna felagið.

Ein tekningarúrskrift skal ikki vera eldri enn 3 mánaðir.

Ein áheitan um trotabúsviðgerð frá einum kravánara (kravánaraáheitan) skal greiða frá kravinum móti skuldaranum. Í hesum sambandi kann skjalfestingin gjarna sendast við. Ein og hvør ognari, ið hevur pening til góða hjá einum skuldara, kann lata inn áheitan um trotabúsviðgerð, men bert um orsøkin til at ikki verður goldið er grundað á troti á pengum, og ikki at talan bert er um eitt fyribils trot. Eru partarnar ikki samdir um kravið, eigur sakarmálið vanliga at verða avgjørt við einum vanligum borgarligum rættarmáli.

Kostnaðurin av trotabúsviðgerðini verður svaraður av ognunum (aktiver) hjá trotabúnum. Eru ongar ognir í búnum, skal kostnaðurin rindast av viðkomandi, ið hevur latið inn áheitan um trotabúsviðgerð. Avgerð um húsagang verður tí bert tikin í hesum førum, um ognarin ella skuldarin veitur trygd fyri kostnaðin av trotabúsviðgerðini. Trygdin er vanliga 30.000 kr., ið skulu takast við til fundin í skiftirættinum. Tá ið ognarin er lønarmóttakari, kann skiftirætturin lata vera við at krevja trygd fyri kostnaðin. Er ognarin lønarmóttakari, stendur Ríkiskassin inni fyri kostnaðin við trotabúsviðgerð upp til 30.000 kr.

Fyrsti fundur í skiftirættinum

Fundurin í skiftirættinum verður skjótt ásettur. Skiftirætturin vil vanliga, tá ið talan er um egináheitan, bjóða seg til at áseta fundartíð innan freistina á tríggjar dagar. Ofta hava praktiskar umstøður við sær, tá ið talan er um kravánaraáheitan, at fundurin verður ásettur 1 - 2 vikur aftaná, at skiftirætturin hevur móttikið áheitanina um trotaviðgerð.

Á fundinum tekur skiftirætturin avgerð um skuldarin skal lýsast á húsagang.

Tað hendir, at sakarmálið verður útsett til ein seinni fund

  • Um ognaranum ella skuldaranum berst lógliga frá, (sjúkdómur ella líknandi) ella skuldarin vil royna at fáa eina loysn við ognararnar, og skiftirætturin heldur, at útlitini eru rímilig.

Bæði ognarin og skuldarin skulu møta til fundin. Um ognarin, ið hevur heitt um trotaviðgerðina, ikki møtir, fellur áheitanin burtur. Ofta møtir ein advokatur upp vegna ognaran. Møtir skuldarin ikki upp - og áheitaninin um trotaviðgerð er kunngjørd - kann skiftirætturin fella avgerð um húsagang uttan, at skuldarin er til staðar, ella taka avgerð um, at skuldarin skal førast fram í skiftirættin av løgregluni.

Gongdin á trotabúnum

Tá ið avgerð um húsagang verður feld/tikin, kann skuldarin ikki ráða yvir sínum ognum(aktiver) longur.

Skiftirætturin setir beinanvegin ein fyribils bústjóra, tá ið avgerð um húsagang er tikin. Ognarar, ið eru til staðar, kunnu koma við uppskotum. Skiftirætturin hevur nakrar advokatar, ið hava drúgvar royndir við trotabúsviðgerð. Vanliga verður ein av hesum advokatum settur til at vera fyribils bústjóri. Tó hevur skiftirætturin møguleika fyri sjálvur at taka sær av fyribils umsitingini av búnum. Fyribils bústjórin skal taka sær av trotabúnum til bústjóri er valdur.

Skiftirætturin kunngerð avgerðina um húsagang í Statstidende og Sosialinum. Ognarar, ið vitan er um, fáa eisini boð um húsagangin frá fyribils bústjóranum. Harumframt verður boðað frá skiftifundi, har ið bústjóri verður valdur. Fráboðanin verður kunngjørd í Statstidende og Sosialinum. Hesin skiftifundurin skal haldast innan tríggjar vikur eftir, at kunngerðingin er framd.

Um val av bústjóra, sí konkurslógini kapittul 12 og 13.

Kravroynsla

Aftaná at bústjóri er valdur, kunngerð skiftirætturin í Statstidende og Sosialinum, at ein og hvør, ið hevur krav hjá skuldaranum, verður biðin um at boða frá sínum kravi. Ein skal boða frá kravi innan eina freist sum vanliga verður ásett til 4 vikur eftir, at kunngerðingin er framd í Statstidende og Sosialinum. Í somu kunngerð verður harumframt boðað frá skiftifundi viðvíkjandi kravroynslu.

Tá ið henda freist er farin, ger bústjórin ein lista yvir tey fráboðaðu krøvini saman við einum tilmæli um krøvini skulu góðkennast ella ikki. Listin og tilmælið hjá bústjóranum liggja hereftir hjá skiftirættinum í tvær vikur til eftirskoðan, har ið fundur verður hildin og krøvini roynd.

Um roynslu av krøvum, sí konkurslógini kapittul 16.

Rokniskapur/sundurlutan

Tá ið ognirnar (aktiverne) hjá búnum eru seldar, áognirnar hjá búnum eru heintaðar inn og endalig avgerð er tikin í møguligum trætumálum, ger bústjórin eitt uppkast til rokniskap.

Hevur tað undir viðgerðini av trotabúnum víst seg, at tað bert er peningur til kostnaðin av trotabúsviðgerðini, t.e. til ómaksløn hjá bústjóranum, kostnað fyri kunngerð í Sosialurin og Statstidende o.a., verður trotabúsviðgerðin endað við einum § 143 rokniskapi. Í hesum sakarmálum er eingin býtisupphædd til ognararnar.

Í trotabúgvum við fleiri ognum (aktiver) skal yvirskotið, aftaná at kostnaðurin fyri trotabúsviðgerðina er rindaður, býtast millum ognararnar. Í hesum trotabúgvum ger bústjórin ein rokniskap og sundurlutarokniskap. Sundurlutarokniskapurin er uppgerðin yvir, hvussu nettoognirnar verða býttar millum ognararnar. Hetta verður framt í einari ásettari raðfylgju (kravaflokkingin). Tað er tí, at ávísir ognararar hava rætt til at verða rindaðir framum aðrar.

Trotabúsviðgerðin verður endað á einari skiftisstevnu í skiftirættinum. Skiftirætturin boðar ognarunum frá skiftisstevnuni í eini kunngerð í Statstidende og Sosialinum. Bústjórin sendir eisini eina fráboðan til ognararnar um skiftisstevnuna. Rokniskapur við fylgisskjølum og sundurlutan liggja hjá skiftirættinum í tvær vikur áðrenn fundin til eftirskoðan.

Støðan hjá skuldaranum

Ein skuldari hevur ávísar skyldur og ávís rættindi undir trotabúsviðgerðini. Skuldarin skal geva skiftirættinum og bústjóranum atgongd til allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri trotabúsviðgerðina. Henda upplýsingarskylda er eisini galdandi fyri juridiskar persónar, stjórar, nevndarlimir, grannskoðarar og avtøkustjórar sum eru farin á húsagang, harumframt persónar, ið hava haft ymisk størv. Skuldarin kann ikki fara úr Føroyum, uttan so at skiftirætturin gevur loyvi. Skuldarin skal eisini boða skiftirættinum frá, áðrenn hann fær sær nýggjan bústað ella fast uppihaldsstað. Skuldarin hevur rætt til at vera við í øllum skiftisstevnum

Hvat er ein neyðskuldarssemja?

Ein neyðskuldarsemja er ein heildarloysn við ognararnar. Tað kann antin vera talan um neyðskuldarsemju, sum eitt lið í avtøku av einum virki ella viðvíkjandi framhaldi av virkinum. Bæði fysiskir og juridiskir persónar, t.d. vinnufeløg, felagsskapir, grunnar og líknandi kunnu søkja um at fáa eina neyðskuldarsemju.

Ein neyðskuldarsemja kann umfata:

  • at skuldin verður minkað til ein ávísan prosentpart. Prosentparturin skal vanliga vera minst 10 %. (Vanlig neyðskuldarsemja).
  • eina sundurlutan av allari ella einum parti av ognini ímillum ognararnar, afturfyri at skuldarin sleppur úr skuldini, sum eftir er. (Avtøkusemja).
  • at skuldarin fær loyvi at útseta at gjalda til ognararnar. (Gjaldsfreist).

Er neyðskuldarsemja gingin á møti, kunnu krøv, sum eru ávirkað av semjuni, ikki verða grundarlag fyri lóghaldi ella úttøku í ognunum hjá skuldaranum. Hesar avmarkingar eru galdandi til neyðskuldarsemjan endar. Áheitaninin um trotabúsviðgerð verður fyribils steðgað og fellur burtur, um neyðskuldarsemja verður staðfest.

Hvussu?

Umbøn um samráðingar um neyðskuldarsemju skal latast skiftirættinum. Áðrenn umbønin verður latin inn, skulu tvey álitismenn, ein serkønur og ein roknskaparserkønur, saman gera eitt yvirlit yvir støðuna viðvíkjandi ognum og passivum hjá skuldaranum. Harumframt skulu teir gera eina frágreiðing um tær týdningarmiklastu orsøkirnar fyri, hví skuldarin søkir um neyðskuldarsemju. Tá ið lítil virki ella løntakarar søkja um neyðskuldarsemju, er tað vanliga nokk, at ein álitismaður er við.

Tá ið ein umbøn um neyðskuldarsemju verður latin inn, skal fylgjandi hjáleggjast:

  • Uppskotið um semju
  • Játtan frá minst 40 % av ognararunum (bæði eftir mongd og eftir støddini á kravinum (fordringen))
  • Støðisyvirlitið hjá álitismonnunum, harumframt frágreiðing og váttan
  • Trú- og heiðurváttan frá skuldaranum
  • Váttan um, at kostnaðurin verður fráfallin.

Rættargjaldið er 1.000 kr., sum verður rindað, tá ið neyðskuldarsemja verður gingin á møti. Tað er ikki eitt krav, at tilsjón verður tilnevnd undir neyðskuldarsemjuni, men tað er møguleiki fyri tí. Ein tilsjón er vanliga ein advokatur. Somu reglur eru galdandi fyri tilsjón undir neyðskuldarsemju, sum fyri tilsjón í gjaldsteðgi.

Fundir í skiftirættinum

Tað er skiftirætturin, ið avgerð, um neyðskuldarsemja kann fremjast. Umframt, at umbønin skal lúka krøvini í lógini, metir skiftirætturin, um tað eru rímilig útlit fyri, at semjan verður góðkend av ognararunum, og um skuldarin kann fylgja semjuni. Tá ið skiftirætturin tekur støðu til, um neyðskuldarsemjan skal fremjast, kann skiftirætturin velja at halda fund hesum viðvíkjandi, men tað er ikki eitt krav.

Aftaná at neyðskuldarsemja er framd, verður boðað ognararunum frá fundi í skiftirættinum, har tosað verður um semjuuppskotið, og ognararnir atkvøða um uppskotið. Skuldarin, álitismenninir og tilsjónin skulu vera til staðar á fundinum til tess at kunna svara spurningum.

Skiftirætturin skal eisini staðfesta semjuna, og í tí sambandi metir skiftirætturin, um ognararnir eru viðgjørdir eins, og um rímilig útlit eru fyri, at skuldarin kann fylgja semjuni. Hereftir verður neyðskuldarsemjan kunngjørd í Statstidende og Sosialinum.

Tvingsilsupploysn

Skráseting Føroya kann biðja skiftirættin um at tvingsilsupploysa parta- og smápartafeløg. Hetta verður gjørt, um felagið ikki hevur eina lógliga leiðslu, felagnum vantar grannskoðara, ella felagið ikki hevur sent inn góðkenda ársfrágreiðing.

Eftir tað at málið er viðgjørt í skiftirættinum, kann úrslitið vera, at felagið fær loyvi frá Skráseting Føroya til at endurstovna felagið, at felagið verður tvingsilsupployst, at felagið verður tikið undir avtøku, ella at felagið verður tikið til fíggjartrotaviðgerð.

Hvussu?

Skiftirætturin fær áheitan um tvingsilsupploysn frá einum parta- ella smápartafelag frá Skráseting Føroya. Í flestum málum boðar skiftirætturin stjóranum í felagnum til fundar í skiftirættinum.

Á hesum fundi skal stjórin geva frágreiðing:

  • um felagsins stovnan
  • um felagsins eigaraviðurskifti
  • um felagið er virkið
  • hvar felagið hevur (ella hevði) virksemi
  • um felagsins ognir og skuldir
  • um vilji er til, at felagið heldur fram

Ber ikki til at boðsenda stjóranum, verður ein nevndarlimur ella grannskoðari felagsins boðaður til fundar. Tað kann eisini henda, at upploysn fer fram uttan áseting av einum rættarfundi, sum ein ella fleiri av omanfyri nevndu persónum hava verið boðaðir á.

Skiftirætturin ger á fundinum av, hvat ið síðan skal henda við felagnum. Tað eru hesir fýra møguleikarnir: frest við endurstovnan í huga, avtøka, húsagangur ella upploysn uttan veruliga búviðgerð.

Endurstovnan

Hóast málið er sent skiftirættinum, er tað Skráseting Føroya, sum ger av, um eitt felag lýkur treytirnar fyri endurstovnan. Um felagið skal endurstovnast, skal Skráseting Føroya hava fingið fráboðanina innan fyri tríggjar mánaðir frá avgerð Skráseting Føroya um upploysn.

Á fundinum í skiftirættinum má felagið tí kunna ávísa, at krøvini hjá Skráseting Føroya til at endurreisa felagið annaðhvørt eru lokin ella kunnu vera lokin sum skjótast. Um Skráseting Føroya eftir viðgerð sína av einari endurupptøkuáheitan ger av, at felagið kann verða endurreist, tekur Skráseting Føroya tvingsilsupploysnaráheitanina frá skiftirættinum aftur.

Avtøka

Um vilji ikki er til, at felagið verður endurstovnað – ella treytirnar fyri frest við endurstovnan í huga ikki eru loknar – fer skiftirætturin ofta at tilnevna ein avtøkustjóra. Avtøkustjórin kemur inn í staðin fyri leiðslu felagsins og trínur í øllum lutum fram felagsins vegna. Avtøkustjórin hevur sum setning at selja ognir felagsins og rinda kravánarunum. Yvirskotið fellur partaeigarunum/smápartaeigarunum í lut. Avtøkustjórin evnar roknskap til, sum verður góðkendur á einum aðalfundi. Útreiðslurnar til búviðgerðina rindar felagið.

Húsagangur

Er felagið ógjaldført, tekur skiftirætturin avgerð um húsagang. Vísir tað seg undir einari avtøku, at ikki verður full trygd til kravánararnar, skal avtøkustjórin lata inn húsagangsáheitan móti felagnum.

Upploysn

Er eitt felag heilt sørt fyri pening, kann skiftirætturin longu á fyrsta fundi loysa felagið upp uttan eina veruliga búviðgerð. Um hetta kann verða gjørt, metir skiftirætturin um við støði í fundarfólksins frágreiðing í skiftirættinum og teimum upplýsingum, ið annars eru í málinum.

Hjúnafelagsskifti

Um ikki annað er avtalað, er ogn tykkara felagsogn.

Eftir sundurlesing ella hjúnaskilnað skal felagsbúgvið býtast.

Er semja um hvussu ognin skal býtast, kunnu tit gera hetta sjálvi. Um tit ikki eru samd, kunnu tit fáa hjálp frá skiftirættinum. 

 

Soleiðis gera tit, um tit eru samd.

Um tit eru samd, kunnu tit sjálvi býta ognina uttan góðkenning frá myndugleika.

Tað er altíð gott at skriva eina avtalu um býtið, sum tit bæði skriva undir. Um tit hava størri ogn og trupult er at fáa yvirlit yvir býtið, er tað gott at leita sær hjálp hjá advokati.

 

Soleiðis gera tit, um tit ikki eru samd um býtið

Um tit ikki eru samd um býtið, kann hvør av tykkum biðja skiftirættin um hjálp.

Fyll út áheitan til skiftirættin um hjálp til at skifta her

Fyll út yvirlit yvir ogn og skuld her

 

Hvat skal eg gjalda fyri at fáa hjálp til at skifta?

Ongin kostnaður er við innlating av áheitan um skifti av felagsbúgvi.

Endar málið við semju á fyrsta fundi í skiftirættinum, er kostnaðurin 250 kr.

Um felagsbúgvið verður tikið undir alment skifti, skulu tit gjalda skiftigjald á 2 % av bruttoognini (tó 1 % av ogn, sum er veðsett ella hevur ognarfyrivarni). Um ognin er minni enn 15.000 kr., skulu tit tó ikki gjalda skiftigjald.

Skiftirætturin útnevnir ein advokat til at taka sær av búviðgerðini saman við skiftirættinum. Tit skulu umframt skiftigjaldið eisini gjalda kostnaðin fyri metingar og samsýningina til hjálparan, sum skiftirætturin útnevnir.

Kostnaðurin verður sum útgangsstøði goldin, tá málið endar. Skiftirætturin býtir kostnaðin millum tykkum. Um tit fáa tykkum advokat, skulu tit sjálvi gjalda fyri egnan advokat.

 

Skuldarumskipan

Skuldarumskipan er ein skipan, har skuld verður strikað ella skerd. Verður skuldin skerd, verður avdráttarskipan sett í verk fyri restina av skuldini.   

Hvat er skuldarumskipan? 

Skuldarumskipan er ein skipan, har tú fært stóra og vónleysa skuld skerda til eina upphædd, sum tú megnar at rinda. Skiftirætturin skerjir skuldina til ein prosentpart av upprunaligu skuldini, og vanliga fevnir ein skuldarumskipan um allar tínar kreditorar. Goldið verður sambært eini avdráttarskipan, har tú skalt rinda upphæddina við mánaðarligum avdráttum í eitt áramál, ið vanliga eru 5 ár. Tú setir mánaðarliga avdráttin inn á ávísa kontu, og eina ferð um árið verður upphæddin býtt til allar tínar kreditorar í mun til tað, teir eiga á.

Í heilt serligum førum kann skiftirætturin taka avgerð um, at øll skuldin skal strikast.

Upphæddin, tú skalt rinda, verður ásett, so tú hevur ávísa upphædd eftir at ráða yvir (tiltøkuupphædd) og eina upphædd at rinda fastar útreiðslur til t.d. húsaleigu, el, hita, barnaansing og heilivág.    

Tú kanst lesa um reglurnar um skuldarumskipan í kapitli 25 – 29 í konkurslógini.

Hvør kann søkja?

Einstaklingar kunnu søkja um skuldarumskipan. Feløg, felagsskapir og slík kunnu ikki søkja um skuldarumskipan.

Hvørjar eru treytirnar fyri skuldarumskipan?   

Tvær grundtreytir eru í sambandi við skuldarumskipan:

  • at tú ikki megnar at rinda tína skuld – hvørki nú ella tey næstu árini,
  • at ein skuldarumskipan fer at hava við sær, at tíni fíggjarviðurskifti batna munandi.

Tað merkir, at tú skalt standa í vónleyst stórari skuld. Skiftirætturin metir í tí sambandi um skuldarupphæddina og metir um tínar møguleikar at rinda hana aftur.

Vanliga fæst eingin skuldarumskipan, um tú hevur:

  • ógreið fíggjarviðurskifti, t.d. ert tú arbeiðsleysur, hevur ikki fastan bústað, ert lesandi,
  • borið teg ábyrgdarleyst at í fíggjarviðurskiftum. Tað kann vera, um ein ikki so týdningarlítil partur av skuldini
    • er stovnaður, tá ið tú ikki kundi gjalda ta skuld, tú longu hevði tá
    • er ein fylgja av tí, at tú hevur tikið ov stóran fíggjarligan váða
    • er stovnaður til brúk, ella
    • er miðvíst savnaður til tað almenna,
  • stovnað eina ikki týdningarlítla skuld við revsiverdum ella endurgjaldsheftum viðurskiftum,
  • latið vera við at gjalda avdráttir av skuldini, hóast tú hevur havt rímiligar møguleikar til tað, 
  • skipað teg við tí í hyggju at fáa skuldarumskipan ella
  • sett teg í nýggja skuld, eftir at skuldarumskipanarmál er tikið upp.

Skiftirætturin kann eisini nokta skuldarumskipan av øðrum orsøkum. Skiftirætturin ger eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum máli. 

Hvussu søkir tú? 

Umsóknarblað finnur tú her. Tú kanst eisini heinta umsóknarblað í skiftirættinum.

Umsóknarblaðið skal latast skiftirættinum.

Søkja eini hjún/eitt par um skuldarumskipan, skulu tit søkja hvør sær á hvør sínum umsóknarblaði. 

Hvat hendir undir málinum?

Tá ið tú hevur latið inn umsóknarblað til skiftirættin, kallar skiftirætturin inn til fundar. Fundurin er í skiftirættinum og er ikki almennur. Í sambandi við fundin ger skiftirætturin av, um mál verður tikið upp ella ei.

Skiftirætturin fer undir skuldarumskipanarmál, um tað eru líkinda útlit fyri, at tú kanst fáa skuldarumskipan. At farið verður undir málið merkir ikki, at tú kanst vera vís/ur í at fáa skuldarumskipan.

Tá ið farið verður undir málið, útnevnir skiftirætturin ein hjálpara, og lýsing – proklama –  verður sett í Sosialin og Statstidende.

Hjálparin er ikki tín advokatur, men tann hjá skiftirættinum. Tú skalt geva hjálparanum tær upplýsingar, hann biður um. Í summum førum kemur hjálparin heim til tín at gera sær eina mynd av heiminum.  

Hjálparin skrivar í samstarvi við teg eina frágreiðing og fíggjarætlan. Hjálparin ger síðani uppskot við neyvum treytum ella korum fyri skuldarumskipanina.

Hvat fevnir skuldarumskipan um?

Skuldarumskipan fevnir um alla ta skuld, sum tú hevur til tínar kreditorar tann dag, tá ið skiftirætturin ger av at fara undir skuldarumskipan fyri teg.  

Skuld, sum m.a. hevur trygd í panti, til dømis í bili ella fastari ogn, ella er tryggjað við ognarfyrivarni, kann ikki skuldarumskipast. 

Hvat kostar tað?

Tað er ókeypis at lata inn umsókn um skuldarumskipan. 

Hevur tú vent tær til advokat, grannskoðara ella annan privatan ráðgeva fyri at fáa hjálp í málinum, skalt tú sjálv/ur rinda útreiðslur í tí sambandi.   

Kreditorfundur

Tá ið hjálparin er liðugur við tilfarið, kallar skiftirætturin inn til nýggjan fund. Kreditorarnir verða eisini kallaðir til fundar. Á hesum fundi tekur skiftirætturin avgerð um skuldarumskipan.

Ber til at kæra avgerð hjá skiftirættinum?

Bæði skuldarin og tann einstaki kreditorurin kunnu kæra avgerðir hjá skiftirættinum.

Seinast dagførd: 22. apríl 2022