Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Víst verður tískil til Arbeiðs – og brúnaeftirlitið, antin umvegis telefon +298 664400 ella umvegis teldupost arb@arb.fo

Frá 6. november 2023 er Føroya Vanlukkutryggingarráð flutt yvir til Arbeiðs – og brunaeftirlitið.
Víst verður tískil til Arbeiðs – og brúnaeftirlitið, antin umvegis telefon +298 664400 ella umvegis teldupost arb@arb.fo

Gjørt verður vart við, at vit tíanverri ikki kunnu víðarisenda tín teldupost til Arbeiðs – og brunaeftirlitið.

Sorinskrivarin er føddur limur (útnevndur við lóg) og formaður. Harumframt er ráðið sett saman av 4 valdum limum, ið verða útnevndir av landsstýrismanninum fyri 4 ár í senn, og harav ein skal vera útbúgvin lækni. 

Í løtuni eru valdu limirnir: 

Karin Dahl, ljósmóðir
Ebba Øre, sosialráðgevi
Hervør Eyðinsdóttir, fysioterapeutur 
Høgni Debes Joensen, fyrrverandi landslækni

 

Frá 6. november 2023 er Føroya Vanlukkutryggingarráð flutt yvir til Arbeiðs – og brunaeftirlitið.
Víst verður tískil til Arbeiðs – og brúnaeftirlitið, antin umvegis telefon +298 664400 ella umvegis teldupost arb@arb.fo

Gjørt verður vart við, at vit tíanverri ikki kunnu víðarisenda tín teldupost til Arbeiðs – og brunaeftirlitið.

Samband

Føroya Vanlukkutryggingarráð
c/o Sorinskrivarin í Føroyum
C. Pløyensgøta 1
Postrúm 28
FO-110 Tórshavn

Frá 6. november 2023 er Føroya Vanlukkutryggingarráð flutt yvir til Arbeiðs – og brunaeftirlitið.
Víst verður tískil til Arbeiðs – og brúnaeftirlitið, antin umvegis telefon +298 664400 ella umvegis teldupost arb@arb.fo

Gjørt verður vart við, at vit tíanverri ikki kunnu víðarisenda tín teldupost til Arbeiðs – og brunaeftirlitið.

Avgreiðslutíð er  09.00 - 14.00

 

 

Arbeiðsuppgávurnar hjá Vanlukkutryggingaráðnum

Ráðið tekur avgerð um, hvørt tryggjaði hevur rætt til veitingar eftir ásetingini í arbeiðsskaðatryggingarlógini og í givið fall hvørjar.

Eftir ásetingunum í arbeiðsskaðatryggingarlógini kann tað í sambandi við vanlukkutilburð, ið verður góðkendur sum arbeiðsskaði, ella í sambandi við eina góðkenda vinnusjúku, játtast tryggjaða skaðabót fyri varandi mein og endurgjald fyri mist vinnuføri. 

Vinnusjúkurnar, ið eru viðurkendar í Føroyum, eru tilskilaðar í kunngerð nr. 157 frá 17. desember 2009 um skrá yvir vinnusjúkur. Aðrar sjúkur kunnu eisini viðurkennast sum vinnusjúkur.

Skaðabót fyri varandi mein verður ásett til eina ávísa peningaupphædd og útgoldin í einum. Skaðabót fyri varandi mein verður einans játtað, um ráðið tekur avgerð um, at meinstigið er minst 5 %.

Endurgjald fyri mist vinnuføri verður veitt sum framhaldandi árlig veiting uttan so, at veitingin verður roknað um til eina ávísa peningaupphædd. Endurgjald fyri mist vinnuføri verður einans játtað, um ráðið tekur avgerð um, at óvinnuførið er minst 15 %.

Doyr tryggjaði orsakað av arbeiðsskaðanum, kunnu eftirsitandi fáa játtað endurgjald fyri miss av uppihaldara.

Harumframt kann ráðið avgera, at tryggjaði skal hava endurgjald fyri útreiðslur til: Keyp av, afturbøting ella útskifting av hjálpitólum (brillum, protesum o.t.), ið eru farin orsakað av vanlukkuni, ella sum eru neyðug í sambandi við sjúkuviðgerðina.

Endurgjald verður ikki latið fyri fartelefonir, ur, klæðir ella tílíkar ognarlutir, ið eru oyðilagdir í sambandi við ein arbeiðsskaða.

Dagpeningur vegna sjúku aftaná arbeiðsskaða ella vinnusjúku verður umsitin og útgoldin av Almannastovuni sambært vanligu reglunum í dagpeningalógini.

Tryggingarskylda

Endurgjøldini og veitingarnar, sum ráðið játtar, verða rindað av tryggingarfelagnum og arbeiðsgevaranum. Endurgjøldini og veitingarnar í sambandi við vinnusjúkur verður rindað av Vinnusjúkugrunninum.

Allir arbeiðsgevarar, sum í starvi hava persónar at arbeiða støðugt ella fyribils á føroyskum landøki, sjóøki ella loftsrúmi, hava skyldu til at tryggja teirra starvsfólk ímóti avleiðingum av arbeiðsskaðum og vinnusjúkum. Tryggingarskyldan er eisini galdandi fyri føroysku kommunurnar.

Øll sjálvstøðugt vinnurekandi í Føroyum hava eisini skyldu at tekna trygging fyri egnan persón.

Landið og Danmarkar Ríki hava yvirtikið arbeiðsgevarábyrgdina fyri tryggingina (sjálvtrygging).

Allir tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar og øll sjálvstøðugt vinnurekandi hava skyldu til at tekna arbeiðsskaðatrygging hjá tryggingarfelagnum.

Allir tryggingarskyldugir arbeiðsgevarar og øll sjálvstøðugt vinnurekandi umframt landið og Danmarkar Ríki hava eisini skyldu til at rinda gjald til Vinnusjúkugrunnin. Gjaldið er 0,10 % av skattskyldugu inntøkuni. Gjaldið verður kravt inn av Vinnusjúkugrunninum. 

Hvussu fráboði eg ein arbeiðsskaða?

Arbeiðsvanlukkur skulu fráboðast av arbeiðsgevaranum hjá tryggjaða. Arbeiðsgevarin skal lata fráboðanina um arbeiðsskaða inn til tryggingarfelagið, har hann hevur teknað arbeiðsskaðatrygging. Fráboðan um vinnusjúku skal læknin lata Vanlukkutryggingarráðnum. 

Er talan um ein sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara (lands- ella ríkismyndugleikar), skal arbeiðsgevarin lata Vanlukkutryggingarráðnum fráboðanina beinleiðis. Verður fráboðanarskyldan ikki hildin, kann tað hava bót og endurgjaldsábyrgd við sær.

Fráboðan verður gjørd á serligum oyðublaði, sum verður útflýggjað av tryggingarfelagnum ella Vanlukkutryggingarráðnum.

Nær er fráboðanarfreistin?

Arbeiðsskaðar og vinnusjúkur skulu fráboðast beinanvegin og seinast innan 8 dagar. Boðar arbeiðsgevarin ikki frá, má tryggjaði sjálvur greiða fráboðanina.

Ein endalig fráboðanarfreist er galdandi, og hendan er 1 ár roknað frá skaðadegnum.

Fyri vinnusjúkur verður fráboðanarfreistin roknað frá tí degi, tann fráboðanarskyldugi gjørdist varugur við, at sjúkan kann vera treytað av arbeiðinum.

Bert í heilt serligum førum kann víkjast frá endaligu fráboðanarfreistini.

Hvussu við læknaváttan?

Allar fráboðanir, ið verða latnar ráðnum, skulu vanliga latast inn saman við læknaváttan (LI). 

Fráboðan um tannskaðar skal latast inn saman við tannlæknaváttan (TnumLI).TLI oyðublaðið fylgir við fráboðanarskjalinum. TLI verður útflýggjað av tryggingarfelagnum ella Vanlukkutryggingarráðnum og kann eisini takast niður her.

Arbeiðsgevarin og tryggjaði skulu síggja til, at váttanin er viðløgd fráboðanarskjalinum. Vantar váttanin, kann ráðið ikki viðgera fráboðanina og sendir hana tískil aftur.

Hvat hendir, um skaðin er umfataður av arbeiðsskaðatryggingarlógini ?

Tá ið skaðafráboðan og lækna-/tannlæknaváttan eru móttikin, tekur ráðið avgerð um, hvørt talan er um arbeiðsskaða/vinnusjúku.

Viðurkennir ráðið, at talan er um arbeiðsskaða/vinnusjúku, sum gevur rætt til veitingar sambært lógini, boðar ráðið tryggjaða og tryggingarfelagnum/sjálvtryggjaða almenna arbeiðsgevaranum/Vinnusjúkugrunninum frá hesum.

Vanlukkutryggingarráðið heintar síðani nýggja lækna-/tannlæknaváttan, sum skal lýsa, hvørt støðan hjá tryggjaða er so mikið støðug ella varandi, at avgerð kann takast um skaðabót fyri varandi mein og endurgjald fyri mist vinnuføri. Í hesum sambandi verður heitt á tryggjaða sjálvan um at senda ráðnum galdandi TLII Vanlukkutryggingarráðið ella tryggingarfelagið útflýggja oyðublaðið.

Tá ið ráðið hevur móttikið TLI /TLII, tekur ráðið støðu til, um avgerð kann takast um skaðabót fyri varandi mein og endurgjald fyri mist vinnuføri á tøka grundarlagnum. Kann ráðið ikki taka avgerð um meinstig ella óvinnuføri, kann ráðið biðja um fleiri lækna-, tannlækna- ella serlæknaváttanir og –kanningar.

Hvør rindar fyri læknaváttanir og kanningar ?

Skaddi skal ikki gjalda fyri læknaváttanir ella læknakanningar, sum ráðið biður um.

Tryggingarfelagið ella Vinnusjúkugrunnurin rinda. Er talan um sjálvtryggjaðan almennan arbeiðsgevara, skal hesin rinda fyri læknaváttanirnar ella -kanningarnar, ið ráðið biður um. Ráðið kunnar arbeiðsgevaran um hetta.

Avgerð um varandi mein og mist vinnuføri

Tá ið støðan hjá tryggjaða í mun til skaðan er vorðin støðug, og málið er nøktandi lýst, tekur ráðið avgerð um skaðabót fyri varandi mein og endurgjald fyri mist vinnuføri. Ráðið roknar møguliga skaðabót og endurgjald og áleggur tryggingarfelagnum/Vinnusjúkugrunninum/landsmyndugleikanum at rinda skaðabót og endurgjald til tryggjaða.

Hoyring

Áðrenn ráðið tekur avgerð, leggur ráðið tey skjøl og tær upplýsingar, sum styðja grundarlagnum fyri avgerðini hjá ráðnum, fyri skadda og tryggingarfelagið/Vinnusjúkugrunnin/landsmyndugleikan.

Freist verður givin fyri at koma við viðmerkingum til avgerðargrundarlagið, áðrenn ráðið tekur endaliga avgerð.

 

Hvussu long er málsviðgerðartíðin?

Ráðið hevur vanliga fund hvørja viku, har allar nýggjar fráboðanir verða viðgjørdar eins og mál, har nýggjar upplýsingar og skjøl eru móttikin.

Avgerðartíðin hjá ráðnum veldst um, hvussu skjótt neyðugu upplýsingarnar, t.d. læknaváttanir, verða fingnar til vega. Av royndum kann tað taka langa tíð at fáa til vega lækna- og serlæknaváttanir í Føroyum.

Í serligum førum metir ráðið tað neyðugt at leggja arbeiðsskaðamál fyri Arbejdsmarkedets Erhvervsforsikring” (AES) í Danmark, við tí í hyggju at heinta eina vegleiðandi meting, t.d. um menistigið ella óvinnuførið. Tað tekur vanliga uml. 6 mðr.  at fáa eina slíka til vega frá “AES.

Vanlukkutryggingarráðið skal taka avgerð í málum innan 2 ár. Freistin er lógarásett. Í ávísum førum kann tað verða neyðugt at taka eina fyribils avgerð, um ikki er møguligt at halda ásettu freistina.



Kann eg kæra avgerðina hjá ráðnum ?

Avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum kunnu kærast til:

Ankestyrelsen
Amaliegade 25                         
Postboks 9080                          
DK-1022 Keypmannahavn K 

Tlf.: +45 33 41 12 00

                                             
Legg til merkis! Kæran skal sendast til:

Føroya Vanlukkutryggingarráð
c/o Sorinskrivarin í Føroyum
Postrúm 28

C. Pløyensgøta 1
FO-110 Tórshavn

Kærufreistin er 3 mánaðir frá tí degi, tú móttekur avgerðina hjá ráðnum. Ráðið syrgir fyri, at málsskjølini verða týdd til danskt, og at skjalatilfarið síðani verður sent til Ankestyrelsen.

Javning av upphæddum

Sambært § 43 í løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða, verða tær í § 42, stk. 6, § 57, stk. 2 og § 59, stk. 1.

Nevndu upphæddir javnaðar við broytingini í tí til eina og hvørja tíð galdandi høvuðssáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og avrundaðar til nærmastu 100 kr.

Upphæddirnar verða javnaðar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum.

Landsstýrismaðurin hevur tann 12. februar 2013 tikið við, at upphæddirnar verða javnaðar soleiðis:

  1/1-2011 (1%) 1/1-2012 (1,95%) 1/1-2013 (1,13%)
§ 42,stk. 6 

 370.600

377.800

382.000

§ 57,stk. 2

 617.600

628.500

636.700

§ 59, stk. 1

151.500

154.400

156.100


 

Landsstýrismaðurin hevur tann 17. desember 2013 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar soleiðis við gildi frá 1. januar 2014:

 

  • 42, stk. 6  -  frá 382.000 kr. til 388.200 kr.
  • 57, stk. 2  -  frá 636.700 kr. til 647.100 kr.
  • 59, stk. 1  -  frá 156.100 kr. til 158.600 kr.

 

Landsstýrismaðurin hevur tann 4. desember 2014 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar soleiðis við gildi frá 1. januar 2015:

 

                       1/1-2015 (1,902 %)

  • 42, stk. 6  -  395.600 kr.
  • 57, stk. 2  -  659.400 kr.
  • 59, stk. 1  -  161.600 kr.

Landsstýrismaðurin hevur tann 11. januar 2016 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar sum niðanfyri tilskilað við gildi frá 1. januar 2016:

                        1/1-2016 (2,2 %)

  • 42, stk. 6  -  404.300 kr.
  • 57, stk. 2  - 673.900 kr.
  • 59, stk. 1  - 165.200 kr.

Landsstýrismaðurin hevur tann 4. desember 2016 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar sum niðanfyri tilskilað við gildi frá 1. januar 2017:

                        1/1-2017 (2,2 %)

  • 42, stk. 6  -  413.100 kr.
  • 57, stk. 2  -  688. 700 kr.
  • 59, stk. 1  -  168. 800 kr.

Landsstýrismaðurin hevur tann 19. desember 2017 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar sum niðanfyri tilskilað við gildi frá 1. januar 2018:

                        1/1-2018 (2,1 %)

  • 42, stk. 6  -  421.800 kr.
  • 57, stk. 2  -  703.200 kr.
  • 59, stk. 1  -  172.300 kr. 

Landsstýrismaðurin hevur tann 21. november 2018 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar sum niðanfyri tilskilað við gildi frá 1. januar 2019:

                       1/1 - 2019 (2,58 %)

  • 42, stk. 6  -  432.700 kr.
  • 57, stk. 2  -  721.300 kr.
  • 59, stk. 1  -  176.700 kr.

 

Landsstýrismaðurin hevur tann 19. desember 2019 tikið undir við, at upphæddirnar verða javnaðar sum niðanfyri tilskilað við gildi frá 1. januar 2020:

                      1/1 - 2020 (2,56 %)

  • 42, stk. 6  -  443.800 kr.
  • 57, stk. 2  -  739.800 kr.
  • 59, stk. 1  -  181.200 kr. 

 

Landsstýrismaðurin hevur tann 6. november 2020 tikið undir við , at upphæddirnar verða javnaðar sum niðanfyri tilskilað við gildi frá 1. januar 2021:

                     1/1 - 2021 (1,25%)

  • 42, stk. 6  -  449.300 kr.
  • 57, stk. 2  -  749.000 kr.
  • 59, stk. 1  -  183.500 kr.

Landsstýrismaðurin hevur tann 14.desember 2021 tikið undir við , at upphæddirnar verða javnaðar sum niðanfyri tilskilað við gildi frá 1. januar 2022:

                     1/1 - 2022 (1,25%)

  • 42, stk. 6  -  455.000 kr.
  • 57, stk. 2  -  758.400 kr.
  • 59, stk. 1  -  185.800 kr.

Seinast dagførd: 03. november 2023