Gå til sidens indhold

Føroya Rættur

Føroya Rættur

Her er viðkomandi kunning til tín, sum skal vitna í Føroya Rætti

Føroyska málið verður fyrst og fremst nýtt í rættinum, tó verður danskt eisini nýtt.

Um tú skalt vitna, hevur tú móttikið eina vitniinnkalling við postinum, har greitt er frá øllum teimum praktisku viðurskiftunum s.s. tíð, rættarhøli v.m. 

Tað er umráðandi, at tú møtir í rættinum í góðari tíð, hóast bíðitíð kann koma fyri. Tað er ikki fast atgongu- og trygdareftirlit í Føroya Rætti, men um neyðugt kann rætturin í serligum førum seta slíkt eftirlit í verk. 

Føroya Rættur hevur sæti í einum rættarbygningi, høvuðsinngongdin er frá C. Pløyensgøtu 1. Um tú hevur ørindi í rættinum, skalt tú venda tær til móttøkuna. 

Eru ivamál, skalt tú seta teg í samband við ta deildina, ið hevur kallað teg inn. 

Meira kunning um at vitna

Allar aðrar upplýsingar um at vitna í rættinum fevna um øll vitni í danska kongaríkinum. Tú kanst tí lesa nærri um hetta á felagssíðuni fyri Danmarks Domstole. Har kanst tú t.d. finna upplýsingar um, hvussu tín vitnifrágreiðing fer fram í rættarhølinum, umframt hvørjar skyldur og hvørja ábyrgd fylgja við at skula vitna í rættinum.

Far til Danmarks Domstole

Rættarfundurin

Tú skalt møta í góðari tíð og siga frá í móttøkuni. Tú skalt síðani bíða uttanfyri rættarhølið, til tú verður biðin um at koma inn. Vitni verða avhoyrd hvør fyri seg. Bíðitíð kann vera, um avhoyringar draga út.

Dómarin vissar sær tín samleika og vegleiðir teg 

Tá tú kemur inn í rættarsalin, spyr dómarin um navn, føðingardag og møguliga okkurt annað, fyri at vissa sær tín samleika. Síðani vegleiðir dómarin teg um, at tú hevur skyldu at svara spurningunum, at svarast skal satt, og at tú greiðir frá undir revsiábyrgd. Dómarin hevur skyldu at vegleiða um hetta í øllum málum. Revsingin fyri ranga frágreiðing í rættinum er vanliga fongsul.

Avhoyringin

Avhoyringin fer fram formliga, men tó vinarliga. Tað verður ikki væntað av tær, at tú av tær
sjálvum skal kunna greiða frá øllum. Fyrst spyr tann, sum hevur innkallað teg, og síðani spyr mótparturin. Dómarin kann eisini hava onkran spurning. Tú mást gera dómarin varugan
við, um tú ivast í, hvat tú skalt svara. Tú mást ikki siga nakað annað, enn tað sum tú
minnist. Tú kanst fara úr rættarhølinum, tá tú ert liðug/-ur at greiða frá.

Vanliga er eisini møguligt at verða verandi og hoyra restina av málinum.

 

 

Málið í rættinum

Høvuðsmálið í rættinum er føroyskt, men danskt kann eisini nýtast.

Vitnifrágreiðingar

Vitni verða ofta kallað inn í rættarmálum, tí hildið verður, at tey kunnu greiða frá viðurskiftum, sum
hava týdning fyri málið. Vitni kunnu kallast inn til borgarlig mál, revsimál og til rættarfundir í fútarættinum og skiftirættinum.

Hvør kann kallast inn og møtiskyldan

Øll kunnu verða kallað inn at vitna í rættarmálum.

Skylda at møta

Tú hevur skyldu at møta í rættinum ta ásettu tíðina, sum stendur í innkallingini. Tú hevur skyldu at møta, hóast tú ikki metir, at tú hevur nakað av týdningi at greiða frá. Eisini um tú áður hevur givið frágreiðing um málið antin í rættinum ella hjá løgregluni.

Undantøk fyri møtiskyldu

Tað krevst ein haldgóð orsøk fyri at sleppa undan at møta. Sjúka má kunna prógvast við
læknaváttan. Tú mást sjálv/-ur taka oyðublað við til læknan at útfylla. Oyðublaðið fæst á heimasíðuni. Skundur, arbeiðsfundir og annað líknandi eru ikki haldgóðar orsøkir fyri at lata vera við at møta.

Um tú ikki kanst møta, skalt tú skjótast gjørligt geva boð til tann, sum hevur
kallað teg inn. Tú sært á innkallingini, hvør hevur kallað teg inn. Tað kann til dømis vera løgreglan, rætturin
ella ein advokatur.

Um tú ikki møtir til rættarfundin, kanst tú vænta at verða dømd/-ur at rinda eina
bót. Tú kanst eisini rokna við, at løgreglan kemur eftir tær, og at tú møguliga verður dømd/-ur at rinda kostnaðin, ið stendst av, at tú ikki møtti sum ásett.

 

 

Ótrygg vitni

Um tú sum vitni kennir teg ótrygga/ótryggan, kanst tú seta teg í samband við ákæruvaldið
ella revsirættardeildina í Føroya rætti, sum kunnu hjálpa og vegleiða. Sama er galdandi, um tú sum vitni kennir teg ótrygga/ótryggan við at vitna, tá ið ákærdi er til staðar.

Fyrireika teg

Áðrenn tú møtir í rættinum, skalt tú gera tær ómak at vekja uppaftur títt minni viðvíkjandi
málinum. Tú kanst til dømis lesa skrivligar viðmerkingar, brøv, skjøl og líknandi. Tú kanst eisini hyggja at myndum ella fara á staðið, har tað hendi. Tú skalt tó ikki tosa við onnur um tað, sum hendi.

Bíðitíð

Tað slepst tíverri ikki altíð undan bíðitíð. Ein drúgvari frágreiðing enn væntað, kann til dømis føra við sær bíðitíð.

Samsýning

Vanliga fáa vitni 80 kr. í samsýning fyri at møta. Samsýningin verður roknað eftir, hvussu nógvar tímar tú hevur nýtt. Tær 80 kr. svara fyri 4 tímar.

Um tú hevur alment starv og skalt vitna sum liður í tínum arbeiði, hevur tú tó ikki rætt til samsýning.

Rætturin kann í serligum førum geva eina størri samsýning, um tann vanliga samsýningin ikki svarar til útreiðslurnar ella missin, tú hevur havt. Tú skalt kunna skjalprógva tín miss, eitt nú við eini váttan
frá tínum arbeiðsgevara, um hvussu nógvar tímar og hvørja upphædd tú verður trekt/-ur í
løn. Oyðublað at fylla út fæst í móttøkuni og á heimasíðuni.

Um tú hevur longri fjarstøðu enn 3 km frá rættinum, kanst tú fáa endurgoldið ferðaútreiðslurnar. Endurgjald verður givið fyri buss, ferju, tunnilsgjald, men vanliga ikki fyri hýruvogn.
Endurgjaldið svarar til kostnaðin við strandferðsluni. Tú kanst fáa endurgjaldið í rættinum, eftir at tú hevur vitnað, ella fáa tað flutt á kontu.

Seinast dagførd: 09. januar 2021